Tann kendi amerikanski rúmdarmaðurin Neil Armstrong, sum doyði fyri knappliga tveimum vikum síðani, skal hvíla á havsins botni. Tað verður gjørt aftan á eina minnisguðstænastu í dómkirkjuni í høvuðsstaðnum Washington, har fleiri at teimum kendu frá rúmdarsøguni verða hjástødd.
Tann 20. juli í 1969 setti Neil Armstrong sum tann fyrsti nakrantíð fótin á mánan við teimum kendu orðunum: "That's one small step for man, one giant leap for mankind". Eina løtu seinni setti felagi hansara, Buzz Aldrin, eisini fótin á mánan.
Neil Armstrong var jagaraflogskipari í krígnum í Korea og seinni royndarflogskipari hjá tí stovninum, sum seinni bleiv rúmdarumsitingin NASA.
Neil Armstrong var 82 ára gamal, nú hann doyði.