Tað sæst á øllum brøgdum, at gleðin er stór í Arminia Bielefeld, sum í dag hevur vunnið fyri fyrstu ferð í ellivu ár í Bundesliguni. Arminia Bielefeld er eitt lutfalsliga lítið felag í Týsklandi, so tað er langt millum sigarnar í Bundesliguni. Arminia Bielefeld flutti í 2009 niður úr Bundesliguni.
Les eisini: Jóan Símun hevur skorað og avgjørt
Føroyski landsliðsspælarin, 29 ára gamli Jóan Símun Edmundsson, kom í dag sum tann fyrsti føroyingurin nakrantíð, á vøllin í Bundesliguni, tá Arminia Bielefeld vann 1-0 á FC Køln í 2. umfari í týsku landskappingini. Stutt seinni skoraði hann avgerandi málið.
Les eisini: Jóan Símun skrivað føroyska fótbóltssøgu
Við myndini omanfyri ynskir Bundesligan Arminia Bielefeld til lukku við sigrinum. Aftursvarið frá Arminia Bielefeld er “Takk, vit hava bíðað í ellivu ár”. Í miðjuni sæst føroyski Jóan Símun Edmundsson fegnast um sigurin.
DSC Arminia Bielefeld - FC Köln 1-0 (0-0)
1-0 Jóan Símun Edmundsson, 78
Áskoðarar: 5.460
DSC Arminia Bielefeld:
Ortega Moreno – Brunner, Pieper, van der Hoorn, Lucoqui – Prietl, Hartel (88. Kunze), Doan (73. Schipplock) – Soukou, Klos (C), Córdova (68. Edmundsson).
FC Köln:
Horn – Ehizibue, Bornauw, Czichos, J. Horn – Hector (C) (46. Drexler), Skhiri – Rexhbecaj (87. Sörensen), Duda (75. Özcan), Thielmann (62. Limnios) – Andersson (76. Arokodare).