Arminia Bielefeld fær hjálp

2. Bundesligan: Arminia hevur góð kort á hondini, hóast úrslitini eru svikaliga

Talan er um eitt langt og týðandi vikuskiftið fyri uppflytingarstríðið hjá Arminia Bielefeld. Fríggjadag spældi Arminia Bielefeld málleysan javnleik móti SV Sandhausen, og mánakvøldið verður útsetti dysturin móti Dynamo Dresden.

Arminia Bielefeld er nummar eitt við 58 stigum og einum dysti til góðar, meðan kappingarneytarnir úr Hamburg SV og VfB Stuttgart hava ávika vist 53 og 52 stig fyri 31 dystir av 34. Tí hevur Arminia Bielefeld góð kort á hondini. Nummar eitt og tvey flyta beinleiðis upp í Bundesliguna.

Jóan Símun Edmundsson og hansara liðfelagar kunnu taka eitt stórt fet móti uppflytingini mánakvøldið, tá botnliðið Dynamo Dresden kemur á vitjan. Heimaliðið verður uttan føroyska luttøku, tí toftamaðurin hevur ein knæskaða, sum heldur honum uttanfyri til komandi kappingarár.

##med2##