Árliga barnadansistevnan verður í Runavík
Í nøkur ár hevur Sláið ring, sum er landsfelag fyri dansifeløg í Føroyum, skipa fyri barnadansistevnu.
Limafeløgini skiftast um at skipa fyri. Í ár er tað Eysturoyar dansifelag sum skipar fyri.
Barnadansistevnan verður í Løkshøll í Runavík, leygardagin tann 22. apríl frá kl 10.00 til kl 15.00.
Pálin Olsen, samskipari, greiðir frá, at 357 luttakarar eru tilmeldaðir og tað fegnast tey um.
Luttakararnir koma úr øllum landinum. Sláið ring hevur 16 limafeløg og flestu av hesum eru umboðað.
Dagurin verður skipaður við, at luttakararnir verða býttir í tveir bólkar. Meðan ein bólkur kvøður í Løkshøll fyrra partin av degnum, fer hin bólkurin útferð; eftir matarsteðgin býta bólkarnir um. Spennandi útferðir verða til Lambar at hoyra um Norsku løvu Magnus Rasmussen sigur frá. Hin útferðin er út til kanónina á Nesi, har Alfred Olsen fer at siga frá um kanónina og ymist í sambandi við 2.veraldarbardaga.
Byrja og enda verður við felagsdansi.