Arktiska vápnið: landsstýrið sitið á hondunum í 9 mánaðir

Edmund Joensen, fólkatingsmaður fyri Sambandsflokkin
-----

Hóast landsstýrið longu fyri 9 mánaðum síðani fekk ítøki­liga áheitan um at seta Europa­samveldinum treytir fyri at gerast eygleiðaraland í Arktiska Ráðnum, valdi lands­stýrið passivitet og situr fram­vegis á hondunum
Tað er at fegnast um, at fólkatingsmaðurin hjá Javn­aðar­flokkinum nú sigur seg taka undir við, at støða Før­oya og ríkisins í Arkt­iska Ráðnum kann og skal brúk­ast til at fáa Europa­sam­­veldið til at taka burtur hand­ilsboykottið móti Før­oyum.
Trupulleikin er, at útspælið frá Javnaðarflokkinum kem­ur uml. 9 mánaðir ov seint.

Landsstýrið fekk áheitan
Longu fyri 9 mánaðum síð­ani - áðrenn gitna ráð­harrafundin í Kiruna í Svøríki - mælti Sam­bandsflokkurin á Christ­iansborg til, at Føroyar í Arktiska Ráðnum, saman við restini av ríkinum, skuldu leggja upp til, at hótt­anin um ES-revsitiltøk móti Føroyum skuldi takast aftur, áðrenn ES kann gerast eyg­leiðara­land í ráðnum (sí leinkjur nið­an­fyri).
Fundurin í Kiruna var av­gerandi, tí tá skuldi støða takast til umsókn frá ES um at gerast eygleiðari í Arktiska Ráðnum.


Valdi passivitet
Landsstýrið valdi tó tilvitað, at hesin trumfurin ikki skuldi brúkast.
Løgmaður kom enntá út alment og segði, at í altjóða samanheingi verður slíkt ikki gjørt.
Henda útsøgn er í stríð við veruleikan.

ES í skammikrók 3 ferðir
Undir slagorðinum "No Seal No Deal" ("Ongin Kópur Ongin Avtala") setti Kanada á Kiruna-fundinum (vegna inuittarnar í landinum) ta treyt, at ES skal ikki gerast permanentur eygleiðari, fyrr enn samveldið er hildið uppat at boykotta kópavørur.
Hesum boygdi Arktiska Ráðið seg fyri, tí øll limalond í ráðnum hava vetorætt móti avgerðum ráðsins.
Við øðrum orðum ber væl til at brúka trumfin og seta ES treytir.
Hetta var 3. ferðin, at Kana­da setti Europa­sam­veld­ið í skammikrók orsakað av boykottinum móti kópa­vørum, sum byrjaði í 2008. Fyrst blokkeraði Kanada í 2009, 2011 og so í fjør í Kiruna.

Væl dokumenterað trýst
Politiski/diplomatiski tví­drátt­urin millum ES og Kana­da um eygleiðarasessin í Arkt­iska Ráðnum er væl kend­ur.
Hann er eisini væl doku­men­teraður í vísindaligari grein, sum Arktiska Instituttið almannakunngjørdi í juni í fjør (sí leinkjur niðanfyri).
Sjálvandi átti landsstýrið at lurtað eftir áheitanini longu í mai í fjør.

Ligið sjóvarfallið av sær?
Spurningurin er, hvat ið nú er at gera.
Í øllum førtum er sera seint nú at seta ES stólin fyri hurðina í arktiskum sam­an­hangi.
Treytirnar áttu at verið lagdar við á ráðharra­fund­inum í Kiruna - júst so, sum Kanada gjørdi vegna inuitt­arnar.
Fadesan hjá landsstýr­in­um er eisini, at í Kiruna góð­tóku limalondini í Arkt­iska Ráðnum - eisini Før­oya lands­stýri - at ES skal fáa eyg­leiðarastøðu, tá ið ósemjan við Kanada er loyst.
Var nakar politiskur rygg­ur, hevði landsstýrið kravt, at ósemjan um makrel og sild eisini skal loysast, áðrenn ES fær eygleiðarastøðu í Arkt­iska Ráðnum.

Sleppa arrogansuni
Møguliga ber til at koma afturumaftur, og tað eigur at verða kannað.
Undir øllum umstøðum verður trúvirði Føroya sum partnari í Arktiska Ráðnum skalað, um komast skal afturumaftur nú.
Onnur fara at spyrja, um Føroyar kunnu takast í álvara, um landið nú broytir støðu, eftir at tað hevur givið tilsøgn til felags avgerð í Arktiska Ráðnum.
Frameftir krevst í øllum førum, at landsstýrið gevst at sita á hondum sínum.
Ein stjórn má ongantíð gerast so betrivitandi og arrogant, at hon letur oyruni aftur og noktar at reagera, tá ið áhugamál landsins standa upp á spæl.





Sí hesar leinkjur:
edmundjoensen.fo/Default.aspx

edmundjoensen.fo/Default.aspx

www.northnorway.org/nyheter/1080-innenfor-eller-utenfor-symbolikken-rundt-eu-og-arktisk-rad

www.thearcticinstitute.org/2013/06/in-or-out-symbolism-of-eus-arctic.html