Fólk, ið høvdu ørindi í miðbýnum í gjár varnaðust møguliga, at gongugøtan var stongd fyri allari bilferðslu. Tey, sum kortini fóru til gongu eftir høvuðsgøtuni, løgdu helst merki til, at nøkur regnskjól prýddu ein fittan part av miðbýnum.
Talan er ikki um eitt nýtt listaverk, ið er vorðin fastur partur av býarmyndini. Regnskjólini eru ein partur av ráðstevnuni arkitektadagar, ið verður hildnir í miðbýnum í Havn um vikuskiftið. Dagarnir verða hildnir á gongugøtuni og ymsastaðni í miðbýnum, har ein hópur av framsýningum og tiltøkum eru á skránni.
Dagarnir vórðu settir í gjár, tá Heðin Mortensen, borgarstjóri í Tórshavnar kommunu, flutti fram røðu í Posthúskjallarunum, men tað er í dag, at flestu tiltøkini, ið eru almenn, eru á skránni.
Kanska tað mest serstaka tiltakið byrjar klokkan 11 í morgun, og hevur fingið heitið Hvussu hugsar TÚ gongugøtuna?
Ætlanin við tí tiltakinum er at bjóða borgarum at taka lut og skapa framtíðar gongugøtuna. Tað verður gjørt við, at allir borgarar eru vælkomnir at skriva og siga sínar hugsanir um gongugøtuna í framtíðini. Tað kunnu fólk gera, við at skriva síni hugskot á eina stóra talvu, ið er sett upp í miðbýnum.