Aristide bestur í Føroyum

Allan Mørkøre, venjari hjá AB, var ivaleysur, tá hann eftir dystin varð spurdur, um verjuleikari hansara ikki telist millum landsins bestu.

– Aristide er besti verjuleikarin í landinum og er ein sannur fongur fyri okkum. Hetta prógvaði miðverjin í sigrinum í gjár, sum Alan Mørkøre sjálvsagt var fegin um.

– Hetta er ein góð kensla. Tað hevur gingið upp eftir hjá okkum seinastu tíðina, og menninir hava verið ógvuliga raskir, heldur hann.

Hóast stigini í móti meistarunum ikki telja meiri enn onnur, so gevur ein sigur sum tann í gjár nakað serligt.

– Tað er eitt moralskt boost til okkara lið, at vit megna at vinna ein dyst sum henda, har vit eisini mangla góðar leikarar, segði Alan Mørkøre eftir dystin í gjár.


--


Ótrúligt at vit ikki skora


Marni Djurhuus, miðvallari hjá EB/Streymi, stóð við blandaðum kenslum eftir tapið í gjár.

– Eg haldi ikki, at vit spæla illa. Faktiskt spæla vit fínt, koma til fleiri kjansir, so tað er ótrúligt, at vit ikki skora, helt Marni Djurhuus.

Eftir hansara tykki var næsta málið hjá AB, ið kom beint fyri steðgin, rættiliga avgerandi.

– Tað var ógvuliga keðiligt og gjørdi tað trupult hjá okkum, helt Marni Djurhuus fyri, sum kortini hevði yvirskot til eitt sindur av sjálvironi.

– Ein málúrtøka upp á 7-3 í tveimum dystum er ikki galið, hóast alt, segði kollfirðingurin.