Aril Edvardsen í Føroyum á hvítusunnu

Norski heimsevangelisturin Aril Edvardsen er høvuðstalari á hvítusunnustevnuni í Havn á hvítusunnu.

 

TÍÐINDASKRIV

Harald Mydland

????????????????????????


Norski heimsevangelisturin Aril Edvardsen er høvuðstalari á hvítusunnustevnuni í Havn á hvítusunnu.

Í Noregi eru Troens Bevis og ungdómsfelagsskapurin Jesus Kollveltingin byrjaði eitt spennandi samstarv til gleði fyri báðar partar. Hetta kemur at seta sín dám á summarstevnuna í Sarons Dal í summar.

»Jesus Revolution« hevur venjingarlegu fyri ungdómsbólkar í Sarons Dal í Noregi í summar. Nakrir hundrað glaðir ungdómar inntaka dalin í summar og skulu venjast upp til bólkatúrar í Noregi og Evropa.

Hesi ungu saman við Stephan og Annu Christiansen, sum stovnaðu »Jesus Revolution«, koma at seta sín stóra dám á ungdómsfestivalin, »Jesus to the Nations«, sum verður 21.-24. juni, og á tað stóru skandinavisku summarstevnuna 14.-22. juli.

Fyrsti ungdómsbólkurin verður sendur avstað meðan Jesusfestivalurin er; hin bólkurin meðan summarstevnan er. Stephan Christiansen verður ein av høvuðstalarunum á báðum stevnunum, meðan væntað verður, at Anna fer at tala á kvinnumøtinum á summarstevnuni.


Stórur ísraelsdagur og fleiri spennandi talarar

Teir messiansku leiðararnir úr Ísrael, Lisa og David Loden, vitja eisini í ár summarstevnuna. Tey luttaka tann stóra Ísraelsdagin.

Onnur kend nøvn eru svensk/kanadiarin Peter Ljungren, sum var væl móttikin seinasta ár, og sum hevur havt stórar møtirøðir kring heimin seinastu tíðina, har fleiri hundrað túsund hava verið á møti. Fyrsta stevnusunnudagin fer Ljungren at tosa, og verður hetta møtið eitt serligt bønamøti fyri sjúkum.

Úr Kenya kemur fyrrverandi heksadoktarin Peter Karangu, saman við Richard Gunning úr Belfast. Peter Karangu hevur verið bíbliuskúlanæmingur í Sarons Dal. Hann og Richard Gunning hava sett á stovn 250 samkomur í Kenya.

Kendir norskir prædikumenn sum Halvard Hasseløy, Ludvig og Lisa Karlsen, Kjell Haltorp, Gunnar Jeppestøl, Arnfinn Clementsen og Sten Sørensen taka eisini lut á stevnuni.


Aril Edvardsen til Føroya á hvítusunnu

Aril Edvardsen hevur eitt strævið stevnusummar framman fyri sær. Umframt stevnurnar í Sarons Dal skal hann hava eina møtirøð í Reykjavík í mai. Á hvítusunnu verður hann á stórari møtirøð í Føroyum, meðan Svøríki, Finnland og Danmark fáa fleiri vitjanir summarmánaðirnar.

Eisini talar hann í Bíbliucamping í Gatten í Jyllandi 23. og 24. juni og á landsstevnuni hjá hvítusunnusamkomunum í Mariager 11. juli.

Ímillum uttanlandsferðirnar verður Aril Edvardsen millum høvuðstalararnar á fleiri norskum stevnum: Justøya Bíbliucamping, Dvergnestangen Bíbliucamping, Summarstevnuni hjá Ísraelsmissiónini í Grimstad, Landsmøtinum hjá Fríu vinunum á Karmoynni, og stevnuni hjá Evangeliisentrunum á Østerbo.

Í heyst verður aftur stevna í Noregi og stórar møtirøðir og predikantseminar í Rwanda og Pakistan, umframt at Aril er millum høvuðstalararnar á Altjóða stevnuni fyri kirkjuvøkstur í Korea, sum pastor David Yonggi Cho leiðir.