Árið royndist væl hjá Nes kommunu

Fólkatalið í Nes kommunu vaks í 2021 við 53 fólkum, sum er ein vøkstur á 3,8 prosent. Hin 31. desember í 2021 búðu 1452 fólk í kommununi.

- Vit kunnu fegnast um og vera takksom fyri, at hóast korona eisini merkti gerandisdagin hjá okkum øllum í 2021, so royndist farna ár kortini væl í okkara kommunu.

 

Tað siga tey í Nes kommunu á síni heimasíðu í dag.

 

Lagt verður aftrat, at fólkatalið í 2021 øktist við 53 fólkum, sum er ein vøkstur á 3,8 prosent. Hin 31. desember í 2021 búðu 1452 fólk í Nes kommunu.

 

Skatturin hjá Nes kommunu fyri desember 2021 gjørdist 5,175 miljónir krónur í mun til 4,793 miljónir í desember 2020.

 

Soleiðis var ein meirinntøka í skatti í desember í ár á 382.000 krónur - ella átta prosent í mun til sama mánaða í 2020.

 

Bert ein mánaður í 2021 royndist betur enn desember. Tað var februar, tá skattainntøkan var á 5,181 miljónir krónur.

 

Sambært fíggjarætlanini hjá Nes kommunu fyri 2021, skuldi skatturin í miðal vera 4,250 miljónir krónur um mánaðin, og sostatt var skatturin  í desember 2021 925.000 krónur meira enn hetta - ella 21,8 prosent.

 

Álíknaði skatturin í Nes kommunu frá januar 2021 til desember 2021 var á 54,753 miljónir krónur, meðan metta álíkningin sambært fíggjarætlanini segði 51 mijónir. Soleiðis hevði kommunan eina meirinntøku í 2021 á 3,753 miljónir, sum svarar til 7,4 prosent.

 

- Taka vit reguleringina fyri undanfarin ár við í uppgerðina, so er hetta fyribils ein útreiðsla á 1,549 miljónir krónur. Sostatt verður meirinntøkan fyri 2021 á 2,204 miljónir krónur - ella 4,3 prosent - í mun til fíggjarætlanina fyri 2021, verður lagt aftrat.

 

##med2##

 

Súni í Hjøllum, borgarstjóri í Nes kommunu.