Árið hjá Albert

Albert Ellefsen varð aftur í kvøld kosin Ársins venjari

Starvsfelagarnir hava longu valt hann sum Ársins venjari, men nú venjarar aftur fingu møguleikan at velja Ársins venjara saman við liðformonnunum og journalistum, so var heldur eingin ivi. Albert Ellefsen er júst nú kosin Ársins venjari á Hvonn Live, har Miðlahúsið, Fótbóltssamband Føroya og Hvonn heiðra fótbóltsfólkunum.


Albert Ellefsen fekk ikki verið til staðar í dag, tí var tað Magnus Jørmundsson, formaðurin í ÍF, sum tók ímóti.


Albert Ellefsen er 64 ára gamal og hevur havt ábyrgdina av ÍF í eitt ár. Hann vann kappingina um at gerast Ársins venjari frammanfyri Oddbjørn Joensen hjá HB og Sámal Erik Hentze hjá AB.


Í fjør var tað Flemming Christensen, sum tá var venjari hjá ÍF, ið gjørdist Ársins venjari.

 

Løtan, tá Albert Ellefsen og Poul G. Olsen vóru heiðraðir, sum ársins venjarar sæst á hesari leinkjuni: http://www.youtube.com/watch?v=fEbX6b02WQI