Ari fekk merktan kalva

Tað var ikki hissini fongur sum teir báðir Ari og Dávur Dahl-Olsen úr Saksun fingu henda dagin, teir vóru á floti við abba teirra Brynjálvi Haraldsen úr Sandavági.

Henda leygardagin 28. apríl 2012 fiskaðu teir út fyri Klovningi, tá 12-ára gamli Ari fekk okkurt tungt á, og tá komið var at borði sóu teir, at tað var ein kalvi – enntá ein merktur kalvi frá eini verkætlan sum P/F Fiskaaling í Nesvík hevur gjørt hesi seinnu árini við at klekja og ala kalva.

Hesin kalvin, ið Ari fekk, varð merktur og sleptur út við Tofta kai 24 september 2009. Nú varð hann altso fingin aftur, eftir at hann hevði verið tvey og eitt hálvt ár í sjónum. Tá kalvin varð sleptur, var hann 4 ár, 56 cm langur og vág 2,3 kg. Nú hann varð afturfingin út fyri Klovningi, var hann 7 ár, 94 cm langur og vigaði 9,8 kg.

- Hetta tíðarskeið, í tvey og eitt hálvt ár, var kalvin hjá Ara vaksin 38 cm og vektin økt við 7,5 kg, skrivar Havstovan á heimasíðu sínari.

Íalt vóru 200 kalvar sleptir henda dagin – nakrir við Mykines og nakrir á Toftum.