Argjamyndaframsýning

Ætlanin er at hava eina framsýning við argjamyndum og øðrum, sum hevur við Argir at gera, í Róðrarneystinum á Argjum á páskum.

Um onkur hevur myndir (gamlar ella nýggjari) ella okkurt annað forkunnugt at lata til framsýningina, so ber til at fara út í Andrasarstovu (úti í støðni) við navnamerktum tilfari mánadagin, týsdagin og mikudagin millum klokkan 13 og 17.

Annars ber til at ringja til:

BOGA (tlf. 224960)

ella

EYÐUN (tlf. 259222)

mánakvøldið 6/4, týskvøldið 7/4 og mikukvøldið 8/4 frá kl. 17-19.

Við argjakvøðu

Fyrireikingarbólkurin