AB er framvegis partur av bestu deildini. Um AB eisini næsta ár fer at vera í bestu deildini er treytað av, um tað fer at eydnast argjamonnum at vinna í uppgerð um pláss í bestu deildini. Hon verður ímóti B68.
AB vann 4-0 ímóti EB/Streymi. Hetta var fyrsti sigurin yvirhøvur hjá AB í ár.
Hóast teir ætlaðu sær at vinna og harvið at lyfta seg upp á sætta plássið, so var tað skjótt, at teir í EB/Streymi ikki megnaðu at fylgja við. Heldur ikki hóast AB tíggju minuttir undan leikloki misti liðformannin Sørin Samuelsen, sum sá beinleiðis reytt.
Tá var støðan 2-0. Gilli Róason og Jasper Van Der Heyden skoraðu málini.
2-0 var støðan, inntil tað restaði eitt stórt korter. 3-0 málið skoraði Jasper Van Der Heyden, og Bjarki C. Nielsen, sum er toppskjútti hjá AB við sjey málum, staðfesti rimmar sigurin.
AB endaði á níggjunda plássi, og AB eigur nýggjan møguleika at endurvinna plássið í bestu deildini.