Argjabáturin bjóðar Nevinum Reyða av

8-mannafør: Nevið Reyða vann aftur í dag, men nú var Argabáturin boysnari, enn hann hevur verið higartil í ár

Tað var sama søgan, sum tað hevur verið higartil í ár, tá ið 8-mannaførini kappaðust á fjarðastevnu í Vestmanna.

Nevið Reyða hevur vunnið fýra tær undanfarnu ferðirnar, og Nevið Reyða vann aftur ídag.

Undanfarnu ferðirnar hava sigrarnir verið rættiliga sannførandi. Í dag var kappingin øðrvísi, enn hon hevur verið higartil. Orsøkin var tann, at Argjabáturin var í væl betri útgávu, enn hann hevur verið undanfarnu ferðirnar.

Argjabáturin bjóðaði av, og Argjabáturin lá leingi borð um borð við Nevið Reyða. Tá ið tað leið fram ímóti málinum, vístu ungu klaksvíkingarnir seg at hava meiri orku ella at vera í betri venjingarstøðu, og tá ið bátarnir fóru um málið, var munurin ein stór hálv bátslongd.

Sigurin mundi kennast sera søtur hjá klaksvíkingum, sum nú hava fingið eitt prei um, at tað skal arbeiðast fyri søkini, um teir ætla sær at vinna á vestanstevnu og ólavsøku.

Knørrur vann kappingina um bronsuplássið ímóti Heiðabátinum, sum var eina stóra hálva bátslongd aftari.

 

1Nevið Reyða04:22.12
2Argjabáturin04:23.46
3Knørrur04:27.46
4Heiðabáturin04:29.18
5Ørvur04:34.23
1Nevið Reyða35
2Argjabáturin28
3Knørrur27
4Heiðabáturin20
5Ørvur12
6Gull brandur2

rsf.fo