Argja Róðrarfelag havt aðalfund

Argja Róðrarfelag hevur havt aðalfund, og nýggj nevnd er vald. Johannis Johannesen er formaður, og felagið arbeiðir við at skifta bátarnar

Á aðalfundinum varð nýggj nevnd vald. Johannis Johannesen er formaður, Rúni Johannesen er næstformaður, Johnny Mikkelsen er skrivari, Fróði Olsen er kassameistari og Hans Eivind Olsen er nevndarlimur.
Felagið sigur í tíðindaskrivi, at tað arbeiðir við at skifta bátarnar út. Í fjør fekk felagið nýtt 5-mannafar, sum kallast Blikur. Til kappingarárið í ár hevur felagið fingið nýtt 8-mannafar, sum er Argjabáturin, og 6-mannafarið Lómur verður skift út komandi ár, tá nýggjur bátut skal byggjast. Tað er Sámal Hansen, ið smíðar nýggju bátarnar.
Bátarnir eru mannaðir til kappingina í ár, og tær eru so at siga tær somu sum í fjør. Felagið dylur ikki fyri, at vónirnar at fáa góð úrslit komandi kappingarár eru góðar.
Til at betra um umstøðurnar og venjingarstøðuna hjá rógvarunum hevur felagið útvegað fýra nýggjar rógvimaskinur, so at rógvararnir kunnu venja meira støðugt.
Til at útvega pening til virksemi í felagnum skipar Argja Róðrarfelag fyri neytamykjukapping 11. mai. Róðrarneystið á Argjum, sum tekur 200 fólk, verður eisini leigað út til veitslur, brúdleyp, dans og annað.
Felagið hevur í ár 20 ár á baki, og hevur felagið í hesum tíðarskeiðnum vunnið fleiri enn hundrað steyp til ognar.