Eitt hitt harðasta starvið í altjóða fótbóltsheiminum er at verða landsliðsvenjari hjá argentinska fótbóltslandsliðnum.
Argentinska sjálvsfatanin er stór tá tað kemur til fótbólt, og kravið frá argentinsku miðlunum er, at landsliðið hjá Argentina eigur at vinna HM í fótbólti.
Tað eydnaðist heldur ikki hesaferð hjá Argentina at vinna HM. Argentina fór úr HM-kappingini tá teir taptu 3-4 ímóti Fraklandi í einari minniligari áttandapartsfinalu.
Argentinska fótbóltssambandið boðar nú frá í tíðindaskrivi, at í semju millum 58 ára gamla landsliðsvenjaran, Jorge Sampaoli og starvsnevndina í argentinska fótbóltssambandinum heldur samstarvið millum partarnar uppat.
58 ára gamli Jorge Sampaoli vann Copa America við Chile í 2015, men hann hevði ikki eydnuna við sær sum landsliðsvenjari hjá Argentina.
Atfinningarnar frá argentinsku miðlunum heglaðu yvir Jorge Sampaoli undir HM-endaspælinum í Russlandi, og ivasamt er um Jorge Sampaoli fer at sakna starvið, ið er eitt hitt torførasta í fótbóltsheiminum.