Argentina og Suðurkorea víðari

Tað skuldi ganga illa, um Diego Maradona og hansara menn ikki skuldu koma víðari úr bólki B. Grikkaland legði stóran dent á verjuspæli, men tað vóru samstundist teir, ið vóru nærmast at fáa mál. Hóast Georgios Samars var einsamallur á toppinum, so hótti hann fleiri ferðir argentinska málið. Argentina hevði bóltin mest, men tað var tjúkt frammanfyri málinum hjá grikkum. Eitt korter fyri tíð eydnaðist tað Argentina at fáa hol á. Eftir eina deyðbóltsstøðu smekkar Martín Demichelis Argentina á odda. Løtu seinni økti innskifti Martín Palermo til endaliga úrslitið 2-0 til Argentina.

 

Í hinum dystinum skuldi Nigeria vinna, um teir skuldu hava nakran møguleika at koma víðari. Kalu Uche legði Nigeria á odda tíðliga í fyrra hálvleiki, men stutt fyri hálvleik javnaði Lee Jung-Soo fyri Suðurkorea. Í seinna hálvleiki kom Suðurkorea á odda við beinleiðis frísparki frá Park Chu-Young. Tjúgu minuttir fyri tíð javnaði Everton leikarin, Yakubu, fyri Nigeria uppá brotsspark.

 

Nigeria hevði Tveir risa møguleikar aftrat, men teir tóku ikki av. Millum annað brendi Yakubu stutt fyri brotssparkið, kanska størsta málmøguleika í HM higartil. Javnleikur er gott nokk fyri Suðurkorea, sum saman við Argentina, fer víðari úr bólki B.

 

Argentina ? Grikkaland(0-0) 2-0

1-0 Martín Demichelis (77)

2-0 Martín Palermo (89)

 

Nigeria ? Suðurkorea(1-1) 2-2

1-0 Kalu Uche (12)

1-1 Lee Jung-Soo (38)

1-2 Park Chu-Young (49)

2-2 Yakubu (69)