Tað verður ein finala millum Argentina og Brasil, ein finala millum Lionel Messi og Neymar í heimsins elstu fótbóltskapping fyri landslið, Copa America.
Finalan verður leikt á legendariska Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro í Brasil klokkan eitt leygarnátt/sunnumorgun.
Tað var eitt ræðuligt hoyggj hjá Argentina at knógva Kolumbia í hálvfinaluni. Lautaro Martínez legði Argentina á odda longu í sjeynda minutti aftaná eina góða sending frá Lionel Messi. Luis Díaz javnaði fyri Kolumbia tá ein tími var farin av dystinum. Fleiri mál komu ikki og so var brotssparkskapping á skránni.
Argentina vann brotssparkskappingina 3-2. Lionel Messi var millum teir sum skoraðu fyri Argentina. Lucas Paqueta skoraði sigursmálið í fyrra hálvleiki. Davinson Sánchez, Yerry Mina og Edwin Cardona brendu allir fyri Kolumbia. Emiliano Martinez í argentinska málinum bjargaði øllum trimum skotunum.
Tað er stórt trýst á Lionel Messi frá argentinski almenninginum, ið í sínari sjálvbevístheit heldur seg vera besta fótbóltstjóð í heiminum. Messi er enn ikki líka stórur sum Maradona, tí hann hevur ikki vunnið Copa America ella HM við Argentina.
Í 2014 tapti Lionel Messi saman við liðfeløgunum HM-finaluna móti Týsklandi á Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro. Og bæði í 2015 og í 2016 tapti Lionel Messi saman við liðfeløgunum í finaluni í Copa America. Báðu ferð aftaná brotssparkskapping, og báðu ferðirnar var Chile mótstøðuliðið. Ein ungur Messi tapti eisini Copa America finaluna í 2007 móti Brasil. Árið eftir fekk Messi tó eitt gott plástur á sárið tá hann og Argentina vunnu OL-gullið í fótbólti í Beijing. Tó hevur OL-gullið ongantíð havt somu tign í fótbóltsheiminum sum HM-gull, ella EM-gull, Copa America-gull og onnur kontinental meistaraheiti. Seinast heimsins bestu fótbóltsspælarar møttust til eitt OL-endaspæl at kappast varð í 1928.
Trýstið er eisini stórt á Neymar og brasilsku liðfelagarnar nú teir eru á heimavølli. Brasilska sjálvforstáilsið er næstan líka, um ikki líka stórt sum tað hjá argentinum. Vit koma óannsæð antin at síggja ein knústan Neymar, ella ein knústan Messi tá finalan er avgreidd.
Brasil vann í sínari hálvfinalu 1-0 á Peru.










