Argentina og Brasil hava vunnið seg í hálvfinalurnar

Tað nærkast einari Copa America finalu millum Argentina og Brasil

Fjórðingsfinalurnar í heimsins elstu landsliðskapping í fótbólti, Copa America eru nú avgreiddar.

 

Tað nærkast einari finalu millum Argentina og Brasil á víðagítna Maracana leikvøllinum í Rio de Janeiro í Brasil komandi leygarkvøld.

 

Í annaðkvøld skal Brasil spæla hálvfinalu móti Peru, og týskvøldið skal Argentina spæla hálvfinalu móti Kolumbia.

 

Í fjórðingsfinalunum vann Brasil 1-0 á Chila. Paqueta skoraði sigursmálið.

 

Argentina vann sannførandi 3-0 á Ekvador. Millum málsskjúttarnar var Lionel Messi, ið skoraði sítt mál nummar 76 fyri Argentina.

 

Kolumbia vann á Uruguay brotssparkskapping. Hvørki liðið megnaði at skora í vanligu leiktíðini. Í brotssparkskappingini skoraði Kolumbia fýra av fýra. Bara Edinson Cavani og Luis Suarez megnaðu at skora fyri Uruguay í brotssparkskappingini.

 

Peru vann eisini á Paraguay aftaná brotssparkskapping aftaná ein undirhaldandi javnleik 3-3 í vanligu leiktíðini. 

 

Fyrsta Copa America kappingin varð í Argentina í 1916. Tá vann Uruguay kappingina frammanfyri Argentina aftaná eitt finalubólkaspæl við Uruguay, Argentina, Brasil og Chile.