Jan Højgaard roynir framvegis at gera tað til, at eg við at hava vitnað í sakini skal hava skatt sakina hjá fiskimonnum.
Tað var annars so, at rætturin í dóminum legði dent á tvey vitni. Annað var reiðarin á saksøkta skipinum. Hitt var ein av manningini á Arctic Viking, sum FF sjálvt førdi sum vitni, og sum stuðlaði frágreiðingini hjá reiðaranum í avgerandi spurningi. Annars roknaði dómarin sáttmálan fyri at vera púra greiðan viðvíkjandi javnbýti. Einki kom fram frá FF um nakað annað.
Tað er kent, at Jan Højgaard dugur ikki at skilja millum sín egna fantasi og verunleikan.
Her skal bert verða nevnt eitt dømi av mongum. Á heimasíðuni hjá FF stendur í samband við at sáttmálin varð framlongdur seinasta heyst:
“Fyrst í árinum lógu skipini leingi, tí Reiðarafelagið og Fiskimannafelagið ikki kundu semjast um nýggjan sáttmála. Tá varð kravið frá reiðarunum eitt nú, at manningin skuldi gjalda ein part av hækkandi oljuútreiðslunum. Tá tað kravið var slept, fóru skipini aftur í vinnu.”
Her skal gevast tann fatan, at tað var reiðarafelagið, sum legði flotan vegna oljuspurningin.
Veruleikin var tann beint mótsatti:
Jan Højgaard var so grammur eftir at sleppa at “leggja flotan”, at hann í fyrsta umfari leyp semingsstovnin um. Síðan var tað hann og ikki reiðarafelagið sum lýsti verkfall. Men frammanundan verkfallinum hevði reiðarafelagið longu bjóðað sær til at endurnýggja sáttmálan óbroyttan við teirri hækking í eftirlønargjaldinum, sum seinni kom í sáttmálan. Tískil varð oljuspurningurin avgreiddur longu áðrenn verkfallið, sum tí var fullkomiliga meiningsleyst, tá hugsað verður um úrslitið.
Hetta lýsir betri enn annað trúvirðið í Jan Højgaard. Á tí økinum hevur hann í hvussu verið nýskapandi!