Málið snúði seg um at tulka fyribrigdið “javnbýti”, sum er týdningarmikil partur av sáttmálum millum manningarfeløgini og Føroya Reiðarafelag.
Um felagið fekk viðhald í hesum máli, kundi hetta fingið margháttligar avleiðingar. Var ein maður av misgávum ikki mynstraður, hevði hann eftir hesi tulkingini mist sín part. Hetta kemur meira enn so fyri.
Tað kundi eisini hugsast tann støða, at bert skiparin var mynstraður. Tá kundi hann einsamallur kravt allan manningarpartin, meðan hinir einki fingu.
Tískil var henda sak ongantíð ætlað at gagna litavunum við Arctic Viking, sum skulu hava verið fyri vanbýti. Kravið var, at mynstraða føroyska manningin skuldi fáa tann part, sum litavarnir høvdu fingið minni enn sáttmálin segði!
Eg var innkallaður sum vitni av mótpartinum hjá FF, táið sakin kom fyri í Føroya Rætti. Hetta mundi vera, tí eg havi fingist við sáttmálaviðurskifti longri enn nakar annar og at eg vegna Fiskimannafelagið stóð fyri samráðingunum, tá hetta fyribrigdið kom í sáttmálan í 1971. Eg bleiv biðin um at greiða frá, hvussu eg skilti orðingina “javnbýti” í sáttmálanum.
Hetta kundi bert skiljast, sum tað var skrivað, at býtt verður javnt millum allar, sum eru partur av manningini uttan mun til mynstring.
Vitnir eru friðhalgað
Støðan hjá einum vitni í rættarskipanini er heilt serlig. Øll hava skyldu at vitna, og eitt vitni hevur skyldu at siga sannleikan. Hetta er ein grundleggjandi liður í okkara rættarskipan. Hetta gav eg meg sjálvsagt undir.
At vitni hava skyldu at møta og undir strangari revsiábyrgd hava skyldu at siga sannleikan, merkir eisini, at vitni hava krav uppá eina serliga vernd. Um ein partur í einum máli ger seg inn á eitt vitni hjá mótpartinum, kann hetta hava álvarsligar fylgjur, ja, hann kann enntá fara beinleiðis í fongsul.
Chikaneraður fyri at vitna
FF tapti sakina í Føroya rætti. Aftaná verði eg úthongdur av FF fyri at hava “skuldina” av tapinum. Hetta var enn eitt dømi um, at formaður FFs altíð skal hava onkran at skylda uppá, tá tað, honum sjálvum fyri at takka, ikki gongst eftir vild.
Hóast Føroya rættur var sjáldsama greiður í síni niðurstøðu, varð málið av FF skotið inn fyri landsrættin. Eg varð aftur innkallaður sum vitni, nú málið kom til viðgerðar í landsrættinum tann 23.mars.
Hetta førir til fylgjandi:
Í góðari tíð undan dómsviðgerðini, 14. mars, verði eg lagdur undir at vilja “vinna fiskimonnum neisir” á heimasíðuni hjá FF bert tí, at boðað var frá, at eg var innkallaður sum vitni.
Í Dimmalætting 19. mars verði eg av nevndarlimi í FF Sniálvi Røvilsberg ærumeiddur av somu orsøk, nevniliga at eg var innkallaður sum vitni. Tí verður henda grein eisini sent Dimmalætting. Men her er greitt talan um at gera seg inn á og/ella ein roynd at ávirka eitt vitni, sum møguliga ikki hevur somu áskoðan í rættinum sum FF.
At eg ikki bakki fyri slíkum er óneyðugt at siga.
Mítt trúvirði skuldi skaðast
Í rættarskjølunum síggi eg, at Jan Højgaard kravdi at lagdar vórðu fram greinir, sum eg havi skrivað um virksemið hjá honum. Hetta skuldi prógva, at eg ikki var ópartískur sum vitni. Harvið skuldi ivi skapast um mítt trúvirði í landsrættinum.
Í verunleikanum er talan um, at Jan Højgaard sjálvur við hesum hevur greitt landsrættinum frá tí, hann sjálvur stendur fyri. Her skulu bert nøkur dømi nevnast:
a. Føroyskir fiskimenn eru í somu støðu sum ein forfylgdur minniluti í Burma, einum tí ringasta harðræðinum í heiminum.
b. Starvsfólkið á føroyskum tryggingum er brotsmannalið, sum skuldu fingið harða revsing fyri sínar óndu skarnsgerðir móti fiskimonnum.
c. JH sigur seg verða fyltan av ræðslu um, at tað er eydnast almennu kraddarunum at fáa so nógvar føroyingar at hata fiskimenn. Hann upplivir á fundum, at “hatrið lýsir av teirra eygum.”
Um sína egnu rættarfatan greiddi Jan Højgaard í hesum skjølum landsrættinum frá dømi um, hvussu hann tilætlað fremur brot á grundleggjandi fakfelagsligar grundreglur. Ein tann mest sjálvsagda grundregla er, at allir nevndarlimir í einum felag skulu hava møguleika at vera við til viðgera og taka avgerðir í málum av týdningi.
Men Jan Højgaard kunnar landsrættin um, at hann leggur avgerandi nevndarfundir, tá teir, sum møguliga ikki eru samdir við honum, ikki eru heima og tí ikki kunna møta. Hetta hevur verið gjørt í avgerandi málum, sjálvt tá góð tíð var til skipa so fyri, at øll nevndin kann møta.
Tað er óneyðugt at gera nakrar viðmerkingar til slík sjónarmið og mannagongd.
Tá skjølini skuldu verða upplisin á rættarfundinum, vórðu tey nærum øll avvíst av rættinum sum óviðkomandi.
Søgan um nýggja mammubeiggjan
Tað var ikki nóg mikið við hesum:
Undir avhoyringini av mær í landsrættinum kemur sakførarin hjá FF fram við tí, at eg skal vera mammubeiggi ein av eigarunum av felagnum Líðini, sum eigur Arctic Viking. Um hetta var so, hevði tað verið brúkt til at pástanda, at sambært vanligum gegnisreglum, so var eg ógegnigur og rann í hesum máli ørindi fyri “systirsonin.”
Eg hevði hoyrt dagin fyri, at hetta ella nakað líknandi varð fortalt av nevndarlimi í FF. Hevði tó roknað við, at menn kannaðu hetta, áðrenn tað varð brúkt í rættinum.
Hetta við “mammubeiggjanum” var uppspinn. So mikið hevði kunnað verið uppspurt frammanundan.
Bert hetta vísir støðið í hesum rættarmáli. Henda vónleysa sakin skuldu vinnast við at gera meg ótrúverdigan, nakað eingin hevur megnað øll tey árini eg var í FF. Eg havi verið við í mongum rættarmálum og havi ongantíð upplivað slíkt.
Eingin ivi um, hvør ið var mest trúverdigur
Í eini rættarsak eru ofta mótstríðandi vitnisfrágreiðingar. Tí kann tað vera avgerandi, hvat trúvirði rætturin metir at vitnini hava.
Tað kann í hvussu er staðfestast, at tað varð eingi ivi settur við tí, sum eg førdi fram, meðan alt hjá FF varð sópað av borðinum.
Hetta er uttan iva fyri ein part sjálvgjørt. Opinlýsa royndin at skaða trúvirðið hjá einum vitni kann neyvan hava gagnað sakini hjá FF.
FF hevur skatt seg sjálvt
Hetta sakarmál hevur greitt skatt støðuna hjá fiskimonnum. Tað hevur kostað FF kr. 110.000 bara til sakføraran hjá reiðaríðnum og væl saktans eins nógv til egnan sakførara, og tað til svarta onga nyttu.
Hetta við útlendingum er greitt ein sáttmálaspurningur. Takkað veri Jan Højgaard er tað við hesum rættarmáli staðfest við sjeytummaseymi, at reiðarar heilt lógliga kunnu seta útlendingar í starv umborð á føroyskum skipum uttan at gjalda teimum somu hýru, sum verður goldin føroyska partinum av manningini. Tískil eru reiðarar nú í hesum máli í nógv sterkari samráðingarstøðu enn frammanundan.
Tað er so sjálvgjørt sum nakað!










