Arbeiðseftirlitið skal nú kanna hendingina við fjarhitarørum á havnarlagnum í Hirtshals.
Ein maður doyði í arbeiðsvanlukku á havnarlagnum í Hirtshals í gjár seinnapartin. Tað upplýsir løgreglan sambært nordjyske.dk.
Vanlukkan hevndi, tá fjarhitarør, sum viga umleið eitt tons, duttu á mannin, sum arbeiddi á einum øki hjá Smyril Line.
Undir politieskortu varð maðurin fluttur á sjúkrahús í Aalborg, men lívið stóð ikki at bjarga. Hann var 43 ára gamla, skrivar nordjyske.dk.
Arbeiðseftirlitið varð boðsent og skal gera eina frágreiðing um hendingina.
Í fjør skrásetti danska Arbeiðseftirlitið 49 tilburðir, har fólk doyðu í arbeiðsvanlukku. Tað sæst á heimasíðuni hjá eftirlitinum.
/ritzau/