Arbeiðsloysið er aftur kvinkað niðureftir hetta seinasta árið. Ein uppgerð hjá Hagstovuni vísir, at í februar í ár var arbeiðsloysið 4,3 prosent. Tað er 0,3 prosentstig minni enn fyri einum ári síðani, tá ið tað var 4,7 prosent.
Me síðani september í fjør hevur arbeiðsloysið ligið um 4,1 prosent til 4,2 prosent, men nú er tað so vaksið aftur upp í 4,3 prosent.
Hettar síðsta árið er arbeiðsloysið annars minkað 123 fulltíðar arbeiðsleys. Fleiri kvinnur hava verið arbeiðsleysar enn menn og í miðal hava 133 fleiri kvinnur verið arbeiðsleysar, enn tað eru menn, men tilsamans eru nú 1. 158 fólk arbeiðsleys.
Annars vísir uppgerðin, at arbeiðsloysið er nógv størst í Sandoy, har tað er heili 8,4 prosent.
Minst er arbeiðsloysið í Eysturoy, har tað er 3,5 prosent. Annars liggur arbeiðsloysið javnt ímillum 4,5 prosent í Norðoyggjum, til 5,6 prosent í Suðuroy.
Tey flestu arbeiðsleysu eru ímillum 55 og 66 ár, har arbeiðsloysið er 5,9 prosent, minst er arbeiðsloysið hjá teimum í góðum árum, frá 35 til 54 ár.
|