Í gjár vóru 384 fólk í Føroyum arbeiðsleys. Men eftir uppsøgnirnar á Bakkafrost veksur hetta talið munandi. Tí í gjár segði Bakkafrost 147 fólkum úr starvi, sum missa starvið millum næstu 5 og 25 dagarnar. Tað merkir, at arbeiðsloysið við hesum veksur við 38 prosentum.
Tá tað er sagt, so skal sjálvandi nevnast, at tað ikki er vist, at tey 147 starvsfólkini á Bakkafrost, sum missa arbeiði næstu vikurnar, vera verandi arbeiðsleys. Stórur tørvur er á arbeiðsmegi í Føroyum, og tí kann roknast við, at fleiri teirra – um ikki øll – fáa annað arbeiði.
Ein partur av teimum, sum eru søgd úr starvi, eru útlendingar. Fáa tey ikki annað arbeiði, so mugu tey av landinum.
Dagsins tøl frá Arbeiðsloysisskipanini eru hesi:
| Arbeiðsleys 09.01.18 | |
| Móttakarar av arbeiðsloysisstuðuli | 384 |
| Arbeiðsloysi kvinnur | 225 |
| Arbeiðsloysi menn | 159 |
| Arbeiðsloysi økisbýtt | |
| Suðuroy | 89 |
| Suðurstreymoy | 173 |
| Norðoyar | 32 |
| Vágarnar | 13 |
| Eysturoy | 52 |
| Sandoy | 4 |
| Norðurstreymoy | 19 |










