Nýggj tøl frá Hagstovu Føroya vísa, at arbeiðsloysið í Føroyum minkar.
Síðani november mánað í fjørð er arbeiðsloysið minkað úr 4,9 prosentum niður í 3,9 prosent.
Í november síðsta ár vóru 1327 fólk arbeiðstøk. Nú gott eitt ár seinni vísa tølini fyri oktober, at 1104 føroyingar eru tøkir á arbeiðsmarknaðinum.
Tølini fyri oktober í ár vísa, at fleiri kvinnur enn menn eru tøkar á arbeiðsmarknaðinum.
Í oktober vóru 635 kvinnur arbeiðstøkar, sum svarar til 4,7 prosent, meðan 476 menn vóru tøkir á arbeiðsmarknaðinum. Tað svarar til 3,1 prosent.









