– Vit fara at bjóða verkætlanina út í tveimum. Fyrra útbjóðingin er vegurin av Sanvíkarhjalla og til tunnilsmunnan við Villingadal, og tann seinna verður arbeiðið upp á tunnilin og vegin frá tunnilsmunnan vestanfyri og oman á Marknagilsvegin.
Tað sigur Tróndur Sigurðsson, formaður í teknisku nevnd hjá Tórshavnar kommunu.
Hann sigur, at vegurin verður boðin út í februar og tunnili í mars. Og so skjótt sum tilboðini eru komin inn, verður støða tikin til tey, og so fer arbeiðið í gongd alt fyri eitt.
Øll verkætlanin snýr seg um vegin av Sandvíkarhjalla og út í Marknagil. Vegurin gongur gjøgnum Hoyvíkshagan og Vatnaskarðar. Landsverk hevur fyri mongum árum síðani gjørt part av vegnum og tríggjar brýr, sum hava staðið í at kalla leysari luft í mong ár. Hetta arbeiðið verður brúkt í nýggju verkætlanini, so tað fer ikki fyri skeytið.
Síðani skulu íbindingar gerast, so tað slepst av innkomuvegnum í Klingruna ovast, í Fatnavegin og í Sundsvegin og Villingadalsvegin.
Hesar íbindingar verða gjørdar soleiðis, at ferðslan sum fer av vegnum og kemur á vegin ikki krossar vegin. Tí fer tann ferðslan, sum skal krossa vegbreytina undir innkomuvegin og upp hinumegin.
Tunnlin verður einar 1200 metrar og fer úr Villingadali og út í Marknagil. Hann kemur út niðan fyri ríðingarbreytina vestan fyri Hotel Føroyar. Haðani verður vegur gjørdur oman í Marknagilsvegin. Har verður so frákoyring til Hotel Føroyar og til ríðibreytina.
Tá verkætlanin í sínari tíð varð gjørd varð hon mett til uleið 280 milliónir krónur. Landið hevur játtað 110 milliónir, og so skal kommunan rinda rest.
– Tað er so langt síðani, at handan metingin varð gjørd, so vit vænta, at verkætlani verður nakað bíligari, sigur Tróndur Sigurðsson.
Vanliga verður sagt, at ein tunnil kostar einar 80-90.000 krónur meturin. Tað merkir, at sjálvur tunnilin fer at kosta eitt stað ímillum 96 og 108 milliónir krónur at gera.
– Vit vænta, at vegurin kann gerast nakað bíligari, enn áður mett, og tunnilin heldur dýrari, sigur hann.
##med2##
Hann vil tó ikki tosa um ein ítøkiligan prís, men bíðar spentur, til tilboðini koma inn.
– Vit vóna, at tað verður stór kapping um arbeiðið, sum fer at gagna prísinum, sigur hann.
– Men hetta verður ein ótrúliga spennandi verkætlan, sum fer at hava sera stóran týdning fyri býin, sigur hann.
– Tí vit síggja, hvussu stórt trýst er á ferðsluni í býnum, sigur Tróndur Sigurðsson.
– So er bara at vóna, at prísirnir verða góðir, at vit kunnu koma skjótt í gongd, sigur hann.