Byrjað varð at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Síðan varð farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og leggja nýtt betonglag á.

Arbeiðið at umvæla kaiøkið er liðugt fyri í ár

Ætlanin er at leggja betonglag á restina av bryggjuni komandi ár. Nýggj ljós skulu eisini setast upp, og nýggj vatnføring leggjast.

 

Byrjað varð at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Síðan varð farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og leggja nýtt betonglag á.

Í mai mánaði í ár varð farið undir arbeiðið at umvæla kaiøkið í Syðrugøtu.

 

Byrjað varð at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. 

 

- Hetta arbeiðið er liðugt, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Eftir hetta varð farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og síðan leggja nýtt betonglag á.

 

Nú er so eitt nýtt betonglag lagt á tann innasti partur av gomlu kaiini.

 

Ætlanin er at leggja betonglag á restina av bryggjuni í Syðrugøtu komandi ár.

 

Eisini skulu nýggj ljós setast upp og nýggj vatnføring leggjast.

 

- Hetta arbeiðið skal eftir ætlan verða liðugt í 2024, siga tey í Eysturkommunu í dag.

 

Tað er fyritøkan, Sp/f Form, sum stendur fyri arbeiðnum.

 

 

Byrjað varð at umvæla uttasta partin av sjálvum kaiendanum, sum var nógv farin av brimi. Síðan varð farið undir at brekka ein part av gamla bátadráttinum og leggja nýtt betonglag á.