Arbeiðarin fekk einki burtur úr flatskattinum

Missurin hjá einum vanligum arbeiðara eftir nýggju pensjónsskipanini, er um 12.000 kr um árið í pensjón.

- Tá ið samgongan í 2011 avgjørdi at hækka pensjónsskattin til 40% og skatta tað við inngjaldi, rakti hetta vanliga føroyingin sera meint. Missurin hjá einum vanligum arbeiðara, sum í eitt arbeiðslív hevur spart upp eftir nýggju skipanini, er um 12.000 kr um árið í pensjón ella samanlagt eini 200.000 kr í pensjónstilveruni. Pensjónsnýskipanin øll sum hon er, var ein gøla fyri allar føroyingar, og tað skulu láglønt og framtíðar ættarlið rinda fyri í dýrum dómum.

Soleiðis byrjar Samtak eitt tíðindaskriv um pensjónsuppsparingarnar, har tey fimm arbeiðarafeløgini í Samtak, Føroya Arbeiðarafelag, Havnar Arbeiðsmannafelag, Føroya Fiskimannafelag, Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag og Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag leggja harðliga eftir nýggju pensjónsskipanini, sum sitandi samgonga setti í verk 1. januar 2012.

Dómurin er greiður: Føroyski arbeiðarin missir stívliga 200.000 krónur í pensjón gjøgnum sína pensjónstilveru. Serliga er tað avgerðin um at hækka pensjónsskattin til 40 prosent, sum liggur aftan fyri stóra missin, sum svarar til gott 1.000 krónur um mánaðin.

Samtak skrivar, at fleiri búskaparfrøðingar og aktuarar hava seinastu 3 árini gjørt útrokningar, sum vísa, at hevði pensjónsskatturin og skipanin verið óbroytt var hetta ein munandi betur fyri lágar og miðal lønir, og vísir í tíðindaskrivinum á eitt tiltonkt dømi, har útrokning teirra vísir, at útgjaldið eftir gomlu skipanini hevði verið 141.000 krónur, meðan tað eftir nýggju skipanini er 129.000 krónur.

- Sum veruleikakenda dømið vísir, missir ein arbeiðari áleið kr 12.000 um árið ella kr 1.000 um mánaðin eftir skatt, orsaka av at skattingin av egnari pensjón er broytt. Í hesum førinum er tað ikki skattatíðspunktið, sum er orsøkin til munin. Orsøkin er, at skatturin er øktur frá A-skattasatsi til 40% flatskatt, skrivar Samtak.

- Arbeiðarin fekk onki burturúr flatskattinum, men skal rinda í dýrum dómum við síni framtíðar pensjón, tað er sjónligasta úrslitið av pensjónsbroytingini, sum samtykt var í desember 2011, skrivar Samtak at enda.