Í næstum verður nógvur dentur lagdur á e-fótbólt í Føroyum. Tað snýr seg um nýstovnaðu Fifa-kappingina, Fifa e-cup, ið er gjørd í samstarvi við eSport Føroyar og nakrir vinnulívsmenn, sum brenna fyri Fifa.
– Í útlondunum er e-fótbóltur støðugt veksandi og er blivin so stórur, at allar tær størstu fótbóltsdeildirnar so sum Premier League, La Liga og aðrar hava eina e-fótbólts deild, greiða fyriskipararnir frá eSport.fo frá.
– Í Danmark hava tey eSuperliga, sum er danska e-fótbólts deildin, og tað verður víst á Viaplay og Tv3 sport, so tað eru stórir miðlar, sum stuðla undir e-fótbóltin. Danmark er eitt tað landið, har flest fólk spæla fifa í mun til fólkatalið, siga teir.
Nú ætla teir í eSport.fo at seta gongd á e-fótbólt í Føroyum, eins og alla aðrastaðni í heiminum. Hetta verður sett í gongd við einari stórari Fifa-kapping, sum verður tann 17. og 18. Septembur í Perluni.
– Hetta verður sesong 1, og ætlanin er at menna e-fótbóltin í Føroyum soleiðis, at tað verða undanumfør online, og síðani verður ein stór finala hildin.
Hetta verður so fyrsta sesong, og føroyameistarin verður funnin 18. september.











