Um 18 tíðina í gjárkvøldið fekk Alarmsentralurin boð um, at ein maður umborð á Polarhav, sum var staddur einar 27 sjómíl úr Akrabirgi, hevði fingið álvarsaman skaða.
Meðan skipið siglur inn móti Vági er so maðurin staðfestur deyður, sambært Jón Klein Olsen løgregluleiðara.
Maðurin, sum er 29 ára gamal og hevði verið fyltur 30 ár mánadagin, er búsitandi á Viðareiði, men er ættaður úr Vestmanna.
Sambært Jón Klein Olsen, løgregluleiðari, hevur maðurin fingið ein veir í búkin ella undir síðuna og løsturin hevur verið sera álvarsamur, so hann doyði av honum.
Tyrlan fekk ikki farið eftir manninum, tí tyrlan var ikki tøk.
Magni Arge, stjóri í Atlantic sigur í viðmerking til Vágaportalin, at tiltakstyrlan var tøk til sjúkraflutning í gjárkvøldi, men manniningin á bjargingartyrluni metti tað ikki ráðiligt undir teimum umstøðum sum vóru, at fara til havs og lyfta mann av skipi og upp í tyrluna.
Kelda: Vágaportalurin