Arbeiðspláss fingið sær hjartastartara

Eftir at tveir mans við ikki so longum millumbili doyðu í arbeiði á Landingarmiðstøð Føroya og umborð á skipi, sum lá við bryggju á Fiskamarknaði Føroya, keypti FMF sær ein hjartastartara og iltfløsku við masku. – Vit hava latið vinnuna í økinum vita, at vit hava hendan útbúnað hjá okkum, um brúk skuldi verið fyri honum, sigur stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen

TRYGD

Tað er neyvan serliga vanligt, at arbeiðspláss liggja inni við hjartastartara. Onkur hevur slíkan útbúnað, og Sosialurin hevur skilt, at hjartastartarar eitt nú eru í SMS og í terminalinum á flogvøllinum. Helst eru aðrir eisini á onkrum av teimum størru arbeiðsplássunum kring landið.
Fiskamarknaður Føroya á Toftum, sum húsast undir somu lon, sum Landingarmiðstøð Føroya, hevur fyri fáum árum síðan útvegað sær bæði hjartastartara og iltfløsku við masku.

Tveir tilburðir
Eftir at tveir mans doyðu við ikki so longu millumbili fyri 3-4 árum síðan, ávikavist í starvi hjá Landingarmiðstøð Føroya og umborð á skipi, sum lá við bryggju á Toftum, gjørdi Fiskamarknaður Føroya av at keypa sær hjartastartara og iltfløsku við masku.
Nevndu deyðsføll snúðu seg ikki um vanlukkutilburðir, men um aðrar orsøkir til deyða. Eingin sigur, at hjartastartarin ella iltin høvdu kunnað bjargað nøkrum av monnunum, men kortini leiddu hesir tilburðir til, at útbúnaðurin varð keyptur, so hann nú er tøkur í húsinum – og tøkur hjá øðrum í økinum at brúka, um tørvur skuldi verið á hesum.
Tá Sosialurin var á gátt á LMF og FMF fyrrapartin í gjár, sóu vit eitt nú hendan útbúnað og stjórin á Fiskamarknaði Føroya, Jens Christian Olsen og Harry Benjaminsen, sum starvast hjá Landingarmiðstøð Føroya, vístu mær, hvussu hjartastartarin verður brúktur í neyðstøðu.

Misti pápan
Tað var nevniliga Harry Benjaminsen, sum misti pápan, Frede Benjaminsen, meðan hesin var í arbeiði hjá LMF.
- Pápi mín small um, meðan hann stóð og arbeiddi, og hóast vit royndu at fáa lív í hann aftur, eydnaðist tað ikki, sigur Harry.
Harry var sjálvur til arbeiðis á landingarmiðstøðini saman við pápa sínum, tá hesin small um, og tað var Harry sjálvur, sum gav honum hjartamassagu, til læknin, Sverri Lamhauge, kom á staðið.
- Pápi var júst komin aftur frá døgurða, tá hetta hendi. Um nakað hevði verið øðrvísi, um vit tá høvdu havt hjartastartaran er jú slett ikki vist. Tað veldst alt um, hvør orsøkin var til, at pápi small um og doyði so brádliga, sigur Harry Benjaminsen.
Meðan vit vóru inni á gólvinum, segði Jens Christian Olsen, at hjartastartarin virkar soleiðis, at hann bara slær til, tá hjartað er steðgað.
- Hetta merkir, at startarin ongantíð kann gera tað verri, sum hann tekur til.

Kunnað aðrar
Harry Benjaminsen sigur, at eini 16 fólk á ávikavist LMF og FMF hava verið á skeiði og soleiðis hava lært at brúka útbúnaðin.
- Tað er undir øllum umstøðum ein ávísur tryggleiki í at hava slíkan útbúnað á arbeiðsplássinum, ásannar hann.
Jens Christian Olsen sigur, at tá tey høvdu keypt útbúnaðin, sum tilsamans kostaði umleið 30.000 krónur, lótu tey aðrar fyritøkur í økinum vita, at hjartastartari og iltfløska er tøk hjá teimum.
Útbúnaðurin hevur fingið fast pláss í trappuuppgongdini til skrivstovurnar á Fiskamarknaði Føroya.
Við hesi grein skuldu so uppaftur fleiri í økinum vita, at hjartastartari og ilt eru tøk í hølunum hjá Fiskamarknaði Føroya á Toftum.