Í síðsta mánaði vóru 1.137 fólk fulltíðararbeiðsleys í Føroyum. Arbeiðsloysið hevur nú í tríggjar samanhangandi mánaðir verið omanfyri 3,5 prosent. Tað skrivar Hagstovan á heimasíðu síni.
Sagt verður, at arbeiðsloysið í august 2009 var 4,0 prosent, og at tað er ein vøkstur uppá 0,2 prosent stig síðan juli mánaði, tá arbeiðsloysisprosent var 3,8.
Árstíðarjavnaðað arbeiðsloysið í august var 4,2 prosent, sigur Hagstovan.