Arbeiðsloysið í USA tað lægsta í hálva øld

Arbeiðsloysið í USA hevur ikki verið so lágt síðani 1969, sum tað er í dag.

Tað veit Bloomberg News at siga.

Í oktober mánaði vóru 250.000 nýggj arbeiðspláss skapt í USA, og tað var væl meira, enn roknað var við. 

Búskapurin í USA er framvegis heimsins størsti, og talið á arbeiðsplássum verður mett sum eitt gott mát at meta um gongdina í búskapinum.

Í løtuni er arbeiðsloysið 3,7 prosent. Samstundis sum nýggj arbeiðspláss verða skapt, eru nógv nýggj fólk komin inn á arbeiðsmarknaðin, og tí er arbeiðsloysistalið ikki lægri, skrivar Ritzau.