Talið á arbeiðsleysum hevur verið støðugt minkandi, tó so, at tað svingar nakað yvir árið. Í 1997 vóru millum 1.700 og 1.100 fólk arbeiðsleys, alt eftir tíðarskeiðinum. Í fjør lá talið millum 1.100 og 700.
Hinvegin er miðal útgjaldið frá ALS til tann arbeiðsleysa økt úr uml. 2.700 til uml. 3.100 kr fyri hvørt 14 daga skeið, ið útgoldi verður fyri. At útgjaldið er økt kemst av, at tann einstaki arbeiðsleysi er stytri inni í skipanini, og tí hevur eitt hægri útrokningsgrundarlag.
Inn at venda
Gongdin er sostatt tann, at færri eru arbeiðsleys, og tey sum gerast arbeiðsleys, koma so at siga bert inn í skipanina at venda, tí tey finna rættuliga skjótt eitt nýtt starv.
Tí er spurningurin, um tíðin ikki er komin til, at útgjaldsskeiðið verður stytt niður. Ein slík broyting er lættast at fremja, tá tíðirnar eru góðar, og arbeiðsloysi lítið.
Vert er at vísa á, at allar kanningar vísa, at eitt ov langt stuðulsskeið ávirkar evnini hjá tí einstaka at finna fótafestið aftur á arbeiðsmarknaðinum, skrivar Vinnuhúsið.










