Arbeiðsloysi millum ung ein trupulleiki

Frágreiðingin ihjá Búskaparráðnum varpar ljós á tveir høvuðstrupulleikar, fiskivinnuna og arbeiðsloysið millum ung. Ráðið fegnast um, at politiski viljin er at endurskoða fiskivinnupolitikkin, men stóra arbeiðsloysið millum ung er ein stórur trupulleiki

- Vit fegnast um, at politiska ætlanin nú er at endurskoða fiskidagaskipanina, og vit vóna, at tað er dirvi til ikki bert at gera smærri dagføringar, men grundleggjandi broytingar, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.
Hann sigur, at tað, sum tey hesaferð hava fokuserað upp á eru tveir lutir, partvís grundleggjandi broytiungarnar í fiskivinnuni, og at økja um útboðið av útbúgivingum í Føroyum umframt læruplpássum, og á tann hátt koma fráflytingini til lívs, eins og vit tálma arbeiðsloysið.
Tað er serliga tey ungu, ið eru langtíðar arbeiðsleys, og tað er ein trupulleiki.
- Tað er varpað nógv ljós á, serliga uttanlands, og vit hava roynt at hugt eftir, hvussu støðan er her heima hjá okkum. Vit hava staðfest, at vit hava ikki nóg góð tøl og mæla til, at fáa tað staðfest. ALS sigur, at arbeiðsloysið millum tey ungu er seks prosent, og verður sammett við londini kring okkum, er tað ikki høgt, men vit rokna við, at talið er nakað hægri, sigur Thomas Dam.
- Stóri trupulleikin er sjálvandi, at tey ungu koma ikki inn á arbeiðsmarknaðin, og veit illa til, missa tey tilknýtið til arbeiðsmarknaðin. Hetta saman vikð teimum mongu, sum hava verið arbeiðsleys leingi, sammett við onnur long, er ein stór avbjóðing. Og tað kann gera, at tá gongd kemur aftur á búskapin, kunnu vit fáa trupult við at fáa arbeiðsloysið niður, sigur Thomas Dam.
Tí er tað ein partur av tilmælunum hjá Bùskaparráðnum hesaferð, hvussu hesin trupulleikin kann komast til lívs.

Fiskivinnan má broytast
Ein afturvendandi spurningur er fiskivinnan, og tað er eisini eitt høvuðsevni hjá Búskaparráðnum.
- Hyggja vit eftir gongdini síggja vit, at vit hava stórar trupulleikar við stovnsrøktini. Stovnarnir eru søguliga lágir sambært Havstovuni, og tað er nakað, sum kostar okkum sum samfelag rættiligaq nógvan pening, sigur Thomas Dam.
Samstundis hava vit trupulleikar við kapasitetinum í tann mun, at ov nógv skip eru inni í skipanini í mun til tað fiskatilfeingi, sum vit hava.
- Hetta eru avbjóðingar, sum fiskidagaskipanin ikki hevur megnað at hjálpt upp á. Tað kann partvís vera talið av fiskidøgum, sum er ov høgt, og tað hava vit nevnt fleiri ferðir og eisini aftur í ár, og hartil eigur avgerðin at verða tikin frá Løgtinginum, so talið av fiskidøgjum ikki verður ein pðartur av politisku telvingini, sigur Thomas Dam.
Hann heldur, at talið av fiskidøgum eigur at verða ásett av Fiskimálaráðnum ella onkrum óheftum stovni.
- Á tann hátt verða stovnarnir tryggjaðir burðardygt, sigur Thomas Dam.
Fiskimálaráðið er jú politiskt.
- Men hevur tú greiðar leiðreglur um, hvussu tú røkir okkara stovnar, og tað er hetta, sum er á veg, so verður ásetingin av fiskidøgum meira fastløg, sigur Thomas Dam.

Fingurin á pulsinum
- Fiskidagaskipanin hevur avbjóðingar. Tað er ein avbjóðing ast finna út av, hvussu nógv ein fiskidagur gevur av fiskiskapi. Tað velst alt um hvat fyri skip, talan er um og havt fyri fiskiskapur talan er um, sigur Thomas Dam.
- Tá vit spyrja okkum fyri aðrastaðnis vísa granskarar á, at tað er ein spurningur, um tað ber til at reka ein fiskiskap burðardygt, bara við einari fiskidagaskipan, sigur Thomas Dam.
Hann ivast ikki í, at lurtað verður eftir tí, sum Búskaparráðið sigur.
- Ja, tað verður tað. Okkara uppgáva sum búskaparráð er at royna at hava fingurin á pulsinum. At útvega so góðar upplýsingar sum møguligt, at meta um gongdina í búskapinum og at koma við fakliga væl undirbygdum tilmælum. Tað meta vit, at vit gera, sigur Thomas Dam, formaður í Búskaparráðnum.