Sum vit lósu her á www.in.fo fyri eini løtu síðani, var arbeiðsloysið í Føroyum 2,8 prosent í august í ár.
Men uppgerðin hjá Hagstovuni vísir samstundis, at tað er rættiliga stórur munur á, hvussu stórt arbeiðsloysið er í ymsum pørtum í landinum
Les eisini: Arbeiðsloysið í Føroyum stendur í stað
Tey økini við lægsta arbeiðsloysinum eru Norðoyggjar og Sandoygin, har arbeiðsloysið er 1,6 prosent,
Í Eysturoy er arbeiðsloysi 1,7 prosent og í Vágum er tað 1,9 prosent. Í miðjuni er Streymoyggin, har arbeiðsloysið er 2,4 prosent í Norðstreymoy og í Suðurstreymoy er tað 3,1 prosent.
- Í bólki fyri seg er Suðuroy har arbeiðsloysið er nógv størst, nevniliga 4,9 prosent.
Hagstovan sigur, hetta seinasta árið er arbeiðsloysið minkað í øllum landinum– uttan í Suðuroy og í Streymoy sum heild.