Arbeiðsloysið er minkað í oktober

Árstíðarjavnaða talið av fulltíðararbeiðsleysum var 1.347 í oktober, ið er 41 færri enn í september mánaði. Arbeiðsloysið er sostatt minkað úr 5,1% niður í 5,0%.

Fyri einum ári síðani var talið av fulltíðararbeiðsleysum 1.797, svarandi til 6,6%. Talið nú er tað minsta síðani desember 2009.

Síðan oktober 2011 er talið av fulltíðararbeiðsleysum monnum minkað við 278 og av konufólkum við 182. Hjá kvinnum minkaði tað úr 7,3% í okt. 2011 til 5,8% í okt. 2012, og hjá monnum úr 6,2% til 4,3%.

Í oktober minkaði arbeiðsloysið í øllum sýslum uttan í Vágum og í Sandoyar sýslu, har tað er veksandi. Í tali eru flest arbeiðsleys í Streymoy, men roknað í % av arbeiðsfjøldini hevur arbeiðsloysið í Suðuroy inn til í heyst ligið omanfyri arbeiðsloysið í hinum sýslunum í landinum. Tó hevur verið so stór minking í arbeiðsloysinum í Suðuroy seinastu mánaðirnar, at tað nú er minni enn í Vágum og ájavnt Suðurstreym.

Stórur munur er á arbeiðsloysinum í ymisku aldursbólkunum. Størst er tað millum tey elstu og minst millum tey í miðjum árum. Størsta minkingin er millum tey yngstu.