Hetta seinasta árið er arbeiðsloysið nógv minkað allastaðni kring landið. Men kortini er tað í Suðuroy, at tað er minkað nógv mest. Fyri einum ári síðani var arbeiðsloysið í Suðuroy 5,3 prosent, men nú er tað minkað meiri enn eina helvt, og sostatt er tað nú komið niður á 2,3 prosent.
Hagstovan sigur, at lutfalsliga er hetta størsta minkingin í øllum landinum. Men hóast arbeiðsloysið í Suðuroy er nógv minkað, er tað framvegis tvær ferðir so stórt sum aðrastaðni.
Í Norðoyggjum, í Norðstreymoy, og í Eysturoy, er arbeiðsloysið ímillum 0,7 – 0,8 prosent. So er eitt lítið glopp upp til Vágar, Sandoy og Suðurstreymoy, har arbeiðsloysið er 1,2 - 1,5 prosent, og so er tað í Suðuroy, har arbeiðsloysið er nógv størri, ella 2,3 prosent.
Lægsta arbeiðsloysið yvirhøvur er hjá monnum í Norðstreymoy, har tað ikki er meiri enn 0,5 prosent, og hjá monnum í Eysturoy, har tað er 0,6 prosent. Hinvegin er tað kvinnurnar í Suðuroy, sum eru harðast raktar av arbeiðsloysi, tí har er trý prosent
Allastaðni kring landið sveiggjar arbeiðsloysið nakað, hóast tað, sum heild, er nógv minkað. Men Suðuroy er kortini í eini serstøðu, tí ongastaðni hava sveiggini verið so stórt sum har, tí har er tað minkað yvir 50 prosent hetta seinasta árið, síðani Varðin Pelagic, Bakkafrost, og onnur virki hava fingið gongd á.