Arbeiðsloysið er aftur farið at veksa

Arbeiðsloysið í Føroyum er aftur farið at veksa.

Tað vísir ein keðilig uppgerð, sum hagstovan hevur gjørt.

Hagstovan sigur, at í oktober vóru 1669 fulltíðararbeiðsleys og tað eru 90 fleiri enn í september

Arbeiðsloysið var 6,1% og tað er 0,3 prosentstig meiri enn í september mánað.

Býtt á kyn vóru 856 fulltíðararbeiðsleys konufólk og 813 mannfólk í oktober.

Hjá kvinnum vaks talið 21 og hjá monnum 69, samanborið við september.

Hinvegin er arbeiðsloysið nú munandi minni enn tað var í februar í ár.

Stóri vøksturin, ið var í arbeiðsloysinum frá november mánað í fjør, hvørs størsta orsøk helst var húsagangurin hjá Fiskavirking, var í hæddini í februar. Arbeiðsloysið minkaði soleiðis 588 fulltíðararbeiðsleys frá mars til september.

Men nú tykist vend at vera komin í og arbeiðsloysið veksur aftur.

Arbeiðsloysið vaks í øllum sýslum uttan í Eysturoyar Sýslu. Størsti vøksturin í tali var í Streymoyar Sýslu, meðan lutfalsliga størsti vøksturin var í Sandoyar og Norðoyar sýslum.

Men verður higt eftir fulltíðararbeiðsleysum í mun til fólkatalið í teimum ymsu økjunum, sær myndin heilt øðrvísi út.

Støðan er tann, at arbeiðsloysið í Suðuroy er enn í eini serstøðu, tí tað er væl størri enn arbeiðsloysið aðrastaðni.

Tað er ymiskt, hvussu arbeiðsloysið er býtt ímillum kynini. Støðan er, at fleiri menn enn kvinnur vóru fulltíðararbeiðsleysir fram til mars í ár. So vendi henda gongdin í apríl. Í oktober vóru 43 fleiri fulltíðararbeiðsleys konufólk enn menn. ?

- Síðan arbeiðsloysið toppaði í februar, eru 312 færri fulltíðararbeiðsleysir menn og 186 færri fulltíðararbeiðsleys konufólk, samanlagt 498, sigur Hagstovan.