Arbeiðsloysið bara veksur

Seinastu dagarnar hevur tað nærum verið gerandiskostur í føroysku fjølmiðlunum, at vit hoyra um uppsagnir og fyritøkur, ið lata aftur. Hagtøl hjá ALS vísa eisini, at arbeiðsloysið í landinum bara vaksur, og at í summum økjum stendur heilt illa til

Leingi hevur tað verið sagt, at ein kreppa er ávegis í føroyska samfelagnum, og seinastu tíðina hava nógv tekin verið um, at tað gongur skeiva vegin. Illa sperda alivinnan, nógv skerdi rækjuflotin eru millum orsøkirnar, ið verða nevndar, og nú byrjar tað eisini at síggjast á arbeiðsloysistølunum, at tað ikki stendur so væl til í Føroyum, sum tað annars gjørdi fyri bert stuttari tíð síðani.

Stendur illa til í Suðuroy og á Sandoynni
Verður hugt at talinum fyri arbeiðsleysum í øllum landinum, er talið í dag beint niðan fyri, hvat tað var í apríl í 1999. Men hyggja vit nærri at teimum ymisku økjunum, sæst tað týðuligani, at tað stendur serliga illa til í Suðuroy og á Sandoynni. Í báðum hesum oyggjum er neyðugt at fara heilt aftur til á vári í 1997, tá ið kreppan var upp á tað ringasta, fyri at finna arbeiðsloysistøl, ið eru hægri, enn hvat tey eru í dag. Hinvegin sær tað gott út í bæði í Norðoyggjum og í Vágum, har arbeiðsloysistalið liggur á leið tað sama, sum tað var í 2001.

Nógvir pengar úr ALS-kassanum
Vaksandi arbeiðsloysið sæst eisini aftur á pengastreyminum úr kassanum hjá Arbeiðsloysisskipanini. Í løtuni liggur útgjaldið 14. hvønn dag um góðar 3,1 millión krónur, og tað er tað hægsta miðalútgjaldið síðani í 1998.
Serliga fiskavirkisskipanin hjá ALS hevur eisini eitt vaksandi útgjald. Seinastu trý árini hevur miðaltalið á fólki, ið hevur fingið lønarendurgjald úr serligu fiskavirkisskipanini ligið um tey 200, men tøl hjá ALS vísa, at í marts mánaða í ár var talið rokið upp á okkurt um 600.
Tað er eisini vert at hava í huga, at í alivinnuni minkar starvsfólkatalið so líðandi, tí at fiskurin minkar so hvørt, og tað verður lítið og einki smolt sett út. Í einum tilmæli um alivinnuna, sum Vinnuhúsið lat gera, stendur at lesa, at okkurt um 780 fólk arbeiða beinleiðis í alivinnuni, og at tað harafturat eru nógv arbeiðspláss í hjávinnum, og hesi fara eisini at minka so líðandi. Serliga verður tað innan kryvjingina, at arbeiðsplássini fara at minka nógv, og í tilmælinum stendur, at ikki færri enn 300 fólk arbeiða innan hetta øki.