Gongdin í arbeiðsloysinum hevur seinasta hálva árið funnið eina legu, ið liggur um 1,2%.
Í juli var arbeiðsloysið 1% hjá monnunum og 1,5% hjá kvinnunum. Sama mánað í fjør var tað 1,4% hjá monnum og 2,1% hjá kvinnum. Arbeiðsloysið hevur verið støðugt minkandi bæði hjá monnum og kvinnum seinastu árini og munurin millum kynini er minkaður seinastu trý árini.
##med2##
Lægst er arbeiðsloysið í Norðurstreymi við 0,7%, Eysturoy 0,8% og Norðoyggjum 0,8%.
##med3##
Í øllum aldursbólkum er arbeiðsloysið minkað í mun til í fjør. Í juli var arbeiðsloysi millum 0,9 og 1,3% í flestu aldursbólkum uttan hjá teimum 25-34 ára gomlu. Í hesum aldursbólkinum er arbeiðsloysi 2,1%.
##med4##
Stívliga helvtin av teim arbeiðsleysu hava verið arbeiðsleys styttri enn tríggjar mánaðir.
Arbeiðsloysið í juni var 1,1% sambært Hagstovuni.
Sambært heimasíðuni hjá ALS, so eru 162, sum í løtuni fáa arbeiðsloysisstuðul. Fordeilingin kring landið er: Suðurstreymoy 76, Suðuroy 33, Eysturoy 19, Vágar 10, Norðoyggjar 8, Norðurstreymoy 7 og Sandoy 3.