Arbeiðsleysur fysioterapeutur

Álvur Hansen, sum er annar av fysioterapeutunum á landsliðsferðini til Serbia, kundi fyri tað mesta taka tað heilt róligt undir fyrstu venjingini í dag.

- Teir menninir, sum eru her, eru allir til reiðar at spæla. Her og nú er tað kanska fyri tað mesta ferðamøðin, sum skal fáast úr beinunum, so talan er ikki um nakra harða venjing. So talan verður í mesta lagi um onkra lætta massasju til einstakar av spælarunum, helt Álvur fyri, tá vit tosaðu við hann undir føroysku venjingini.