Verkfallinum
? Politikararnir vísa ikki ábyrgd fyri landinum.
Tað er tann turrisliga staðfestingin hjá Føroya Arbeiðsgevarafelag eftir at landsstýrið hevur gjørt av at tað fer ikki at kalla tingið saman at viðgera verkfallið.
Eftir at samráðingarfundurin týsmorgunin var endaður úrslitaleysur, góvu arbeiðsgevararnir skarvin yvir og tað boðaðu teir Løgmanni frá.
Men á landsstýrisfundi týskvøldið gjørdi landstýrið greitt, at tað fer ikki at leggja seg út í samráðingarnar, tí hetta er eitt mál, sum partarnir á arbeiðsmarknaðinum eiga at loysa sjálvir.
? Sostatt kunnu vit staðfesta, at politikararnir eru ikki sinnaðir at taka ábyrgdina av samfelagnum, sigur Jan Mortensen.
Hann veit við vissu, at bara um eini tvey ár, er alivinnan bara helvtina av tí, sum hon er nú, tí so stórar trupulleikar er hon komin í, bæði av vánaligum prísi, sjúku og so eisini av verkfallinum og teimum kostnaðarøkingum, sum tað førir við sær.
? So er spurningurin, hvussu verðu við øðrum vinnum. Men sum útlitini eru, fer fiskaarbeiði ikki at veksa, heldur fer tað at minka.
? Eg veit, at fyritøkur hava verið uttanlands og leita eftir møguleikum at lata virki upp har, heldur enn í Føroyum, eitt nú í Póllandi.
? Sostatt er vandi fyri, at virki í Føroyum verða niðurløgd. Í øllum førum er veruligur vandi fyri, at nýtt virksemi, sum kundi verið í Føroyum, ístaðin verður lagt í onkrum øðrum landi, eitt nú til Póllands.
Men hann vil ikki nevna, hvørjar fyritøkur, talan er um.
?Tað er ikki vist, at nakað hendir beint nú. Men gongdin er greið, at er lønarvøksturin í Føroyum so stórur, sum hann er, uttan at nakar hevur áhuga fyri at gera nakað við tað, verða tað framleiðslur, sum verða lagdar í útlondum, heldur enn í Føroyum.
Men hann leggur afturat, at tað, at politikarnir onki vilja gera við tað, er eisini ein støða at taka.
? Tað er eitt greitt afturstig, at tað er komið hartil, at Løgtingið átti at lagt uppí, tí tað loysir onki mál í longdini.
? Men tað er greitt, at partarnir á arbeiðsmarknaðinum eru ikki førir fyri at finna eina ábyrgdarfulla loysn.
? Og tað sær heldur ikki út til, at politikararnir halda, at tað er teirra uppgáva og tað er so eisini ein støða at taka.
Jan Mortensen leggur afturat, at sum gongdin er, skulu vit gloyma alt um ætlanina hjá landsstýrinum um ein sjálvberandi búskap, tí tað verður ongum av við teirri støðu, sum politikararnir hava tikið
? Nú var stundin komin, har teir áttu at tikið ábyrgd á seg, men tað gjørdu teir so ikki og úrslitið verður hareftir, sigur Jan Mortensen.