-Ein vanlukka fyri arbeiðsmarknaðin, um nýval verður útskrivað nú, sigur Arbeiðsgevarafelagið. Føroya Arbeiðsgevarafelag vil ikki hava løgmann at skriva út nýval nú.
-Tað verður ein vanlukka fyri arbeiðsmarknaðin, um løgtingval verður útskrivað nú, sigur Jan Mortnesen, stjóri í Vinnuhúsinum, við Útvarpið.
Jan Mortensen vísir á, at eitt val nú hevði havt við sær, at uppskotið um útlendska arbeiði hevði komið í drag, og tað hevði verið stak óheppið, nú arbeiðsmarknaðurin rópar eftir arbeiðsmegi, sigur hann.










