Í Noregi er eitt dømi, har ein maður ikki fekk eitt starv hann søkti, tí arbeiðsgevarin metti hann at vera sálarliga óstøðugan. Maðurin hevði tíggju ár frammanundan hildið ein fyrilestur, har hann millum annað greiddi frá, at hann hevði verið í sálarligari viðgerð. Hesin fyrilestur var lagdur út á netið uttan at maðurin visti av tí. Hesar upplýsingar leitaði arbeiðsgevarin seg fram til á internetinum í samband við starvssetanina, og noktaði við hesi grundgeving, at maðurin varð settur í starv.
- Hóast ongar kanningar eru gjørdar her hjá okkum, so kann mann rokna við at arbeiðsgevarar kanna persónin á internetinum, áðrenn eitt starvsfólk verður sett í starv, staðfestir Ingunn Eiriksdóttir á Dátueftirlitinum.