Arbeiðsfólk missa 1500 krónur um mánaðin

RÆND ARBEIÐSFÓLK Arbeiðsfólk verða rænd, tá ið tey skulu pensjónerast, staðfesta bæði formaðurin í Føroya Arbeiðarafelag og Havnar Arbeiðsmannafelag

- Arbeiðsfólk fara at missa einar 1500 krónur um mánaðin í pensjón.
Hetta er avleiðingin av skattapolitikkinum hjá samgongini.
Tað hava teir báðir fakfelagsleiðararnir, Hans Joensen, formaður í Havnar Arbeiðsmannafelag, og Georg F. Hansen, formaður í Føroya Arbeiðarafelag, roknað seg fram til.
Tað er avgerðin um, at hereftir skulu pensjónir skattast við inngjald, sum er orsøkin til missin, tí nú skulu allar pensjónir rinda 40% í flatskatti.
Higartil hava pensjónir verið skattaðar, tá ið tær hava verið útgoldnar, og tá var skatturin 35%.
- Sostatt er tað verkafólkið, sum skal fíggjað skattalættan, sum tey við høgari løn, skuldu hava, sigur Georg F. Hansen, nú Føroya Arbeiðarafelag hevur havt aðalfund um vikuskiftið.
- Hetta merkir, at arbeiðsfólk verða rænd í pensjónstilveruni, tí tað skal loysa seg hjá teimum væl løntu at arbeiða.
Eitt stórt hol

Havnar Arbeiðsmannafelag hevur eisini havt aðalfund og har kallaði Hans Joensen nýggju skattaskipanina fyri størsta álop verkafólki.
Og hann tekur enn harðligari til orðanna, enn starvsfelagin í Føroya Arbeiðarafealg.
- Fyri at fíggja flatskattin, skulu arbeiðsfólk verða mergsogin í pensjónsskattingini, sigur Hans Joensen.
- Hetta ger, at vit framyvir fara at fáa nógv størri stættarmun, og eg eri eisini stórliga bangin fyri, at tað í framtíðini ikki verður nóg mikið av peningi til vælferð, tí samgongan hevur tikið pengarnar út forút og brúkt alt.
- Tað vil so siga, at um nøkur ár verður eitt stórt hol í landskassanum. Vit vita eisini at talið á arbeiðandi fólki minkar afturímóti talinum á pensjónistum, og tí ger tað, at uppaftur minni fer at koma í landskassan framyvir, sigur Hans Joensen.
Hann leggur eisini dent á, at henda nýggja skattaskipanin tekur fullkomiliga grundarlagið undan ætlaðu nýskipanini á pensjónsøkinum.
- Tað er ongin ivi um, at vit mugu mótarbeiða nýskipanini á pensjónsøkinum av øllum alvi, tí nýggja skattaskipanin tók fullkomiliga grundarlagið burtur og nú má alt hugsast av nýggjum, sigur Hans Joensen.
Hans Joensen staðfestir eisini, at skattaskipanin má broytast aftur sum skjótast, so at vit minka um gjógvina millum rík og fátæk og soleiðis at tað framyvir verður ráð til vælferð, tá ið vit einaferð gerast pensjónistar.
Fult álit á formannin

Aðalfundurin hjá Føroya Arbeiðarafelag um vikuskiftið var ein dygg álitisváttan á formann felagsins, Georg F. Hansen úr Miðvági.
Hann stóð fyri vali hesuferð, ikki sum formaður, men sum nevndarlimur.
Hinvegin siga lógirnar fyri Føroya Arbeiðarafelag, at formaður skal veljast ímillum teir sjey nevndarlimirnar, so hevði Georg F. Hansen ikki verðið afturvaldur í nevndina, hevði hann eisini noyðst frá sum formaður.
Annars skuldu tilsamans fýra nevndarlimir veljast á aðalfundinum
Fleiri uppskot vóru til nevndarlimir, men tá ið avtornaði var ongin ivi, tí hvør einasti av teimum 89, sum høvdu atkvøðurætt á fundinum, atkvøddi fyri Georg F. Hansen og sostatt fekk hann fulla álitisváttan frá aðalfundinum.
Annars vórðu Sunrid Vang og Elin Sørensen afturvald í nevndina.
Nýggjur nevndarlimur í Føroya Arbeiðarafelag er Julia Hansen úr Æðuvík.
Hon varð tiltakslimur, men hevur mestsum havt fast sæti í nevndini í seinastuni fyri Agnar Olsen í Hósvík, sum er farin til sjós og tískil fór úr nevndini.
Annars varð Elin Sørensen í Havn afturvald til næstformann í Føroya Arbeiðarafelag.
Hinir nevndarlimirnir í Føroya Arbeiðarafelag, sum ikki stóðu fyri afturvali hesuferð eru Suni Mortensen úr Hovi, Karla Einarsson úr Rituvík og Jógvan Páll Johansen úr Haldórsvík.
Somuleiðis vórðu teir tríggir tiltakslimirnir afturvaldir. Dora Mikkelsen úr Syðrugøtu er fyrsti tiltakslimur, Leila Haraldsen úr Miðvági er annar og Heidi Olsen úr Leirvík er triði tiltakslimir.