Eyðun Klakkstein er settur sum samskipari hjá tú fyrsta yrkisbólkinum, ið hevur til uppgávu at lýsa støðuna hjá Norpyggjum á ítróttar-, mentanar- og frítíðarøkinum. Fleiri slíkir bólkar verða ta komandi tíðina setir at lýsa onnur yrkisøki í Norðoyggjum.
Stutt undan ársskiftinum setti Steinbjørn O. Jacobsen borgarstjóri niður ein stýrisbólk, sum skal arbeiða við at fyrireika Norðoyggjar til ta kollveltandi broyting, sum fasta vegasambandið um Leirvíksfjørð verður. Umframt borgarstjóran, ið er formaður, sita hesir persónar í stýrisbólkinum: Rúni Heinesen, skúlastjóri, Eyðbjørn Poulsen, vinnulívsmaður, Eyðfinn Reyðberg, sparikassastjóri og Heri Ellingsgaard, umsjónarmaður. John Færø, býráðsskrivari og Heri M. Hammer, býarverkfrøðingur hjá Klaksvíkar kommunu virka sum skrivarar og ráðgevarar í stýrisbólkinum.
Ætlanin er m.a. at seta arbeiðsbólkar innan ymisk yrki í Norðoyggum, sum skulu kanna og lýsa støðuna á teirra øki og koma við tilmælum um møgulig tiltøk.
Eftir nakrar fyrireikandi fundir hevur stýrisbólkurin nú sett tann fyrsta yrkisfólkin.
Eyðun Klakkstein verður samskipari
Fyrsta økið, sum nú skal lýsast og kannast, er innan ítrótt, mentan og frítíð, har stýrisbólkurin hevur gjørt avtalu við Eyðun Klakkstein, journalist, at hann verður samskipari hjá hesum fyrsta yrkisbólkinum, sum vænantandi verður mannaður við íalt trimum persónum.
Eyðun man vera einamest kendur í Norpyggjum sum fótbóltsleikari hjá KÍ, har hann framvegis er virkin.
Hann hevur tí eitt náttúrligt innlit í viðurskiftini á ítróttarøkinum í Norð-oyggjum.
Eftir fleiri ár sum virkin tíðindamaður fyri ymsar føroyskar fjølmiðlar, hevur Eyðun fyri stuttum lokið prógv sum journalistur. Hesar royndir hava givið honum holla vita um eitt nú mentan og frítíðarlívið. Eitt nú hevur hann seinnu árini gjørt nógv við at skriva um tónleikalívið í Føroyum.
Byrja við einum kunningarfundi
Fyrsta tiltakið hjá arbeiðsbólkinuim verður ein almennur kunningar- og kjakfundur, har øll áhugaði fáa møguleikan at bera framt eirra hugsanir um hetta viðkomandi evni.
Hesin fundur verður stutt eftir páskir.
Fleiri yrkisbólkar verða skjótt settir
Í løtuni fyrireikar stýrisbólkurin seg til aðrar arbeiðsbólkar, sum skulu lýsa onnur viðkomandi øki og evni í Norðoyggjum.










