Arbeiðs- & búskaparstøðan í Føroyum!

Hans Birgir Hansen
H.A.F. limur í Havn
?????

Tað er avgerandi neyðugt at fáa framt dagføringar av teim galdandi donsku lóggávum/skipanum við kongaligari fyriskipan og anordning eins og tær útlendsku í dag! Tað er avgerandi neyðugt at fáa framt eina búskaparliga, samfelags, handils, vinnuliga og útbúgvingarliga javnvág og hvat ið arbeiðsvikutímatali viðvíkur! Tað er avgerandi neyðugt at fáa fyribeint forðingar, ið arbeiðsleysu/tøku hava at dragast við undir Als- og Almannastovuskipanum, so øll sleppa aftur til arbeiðis!
Tað er eingin, ið doyr av at arbeiða/starva og vinna til lílvsins uppihald, ístaðin fyri at vera undir nevndu skipanum, ið skapa arbeiðsleysu/tøku kreppur/ trupulleikar!
Tað er einki framt av politiskum tiltøkum fyri at skapa javnvágina og millum heimini og arbeiðsplássini, so vit fáa skapt tilverugrundarlig lønmóttakarar í Føroyum!
Tað er tá slíkt er framt, vit skapa familjur og einstøku fíggjarliga grundar-lagið og sosiala trygdarnetið og vælferðina skapa lønmóttakarar sjálvir í øllum Føroyum! Tað er funnist harðliga at fakfelags forkvinnum/monnum/limum, ið ikki sýna nakran samhuga, solidaritet við teim arbeiðsleysu/tøku limum í øllum Føroyum! Tað hevði einki arbeiðsloysi verið í øllum Føroyum, fingu vit greitt fakfelags ruðuleikar og steðgað teim, ið eru farin tvørtur um øll fakmørk tíma/mánaðarløntu! Hetta er í stríð við fakfelagslógir/ viðtøkur hjá fakfeløgum tá óskipaðu/skipaðu í fakfeløgum bera seg soleiðis at ið skuldu verði rend úr fakfeløgunum í dag! Eg síggi fleiri sjálvstøðugt vinnurekandi fólk taka í dag arbeiðir/størv frá arbeiðsleysu/tøku saman við bíligu føroysku/útlendsku arbeiðsmegi í Føroyum! Eg komi at fylgja slíkum og øðrum sjónarmiðum upp í lesarabrøvum og kjaktorgunum á interneti og úti í millum manna, tá kjakið skal vera seriøst skipað í dag!