Arbeiðið við kolinum í Trongisvági fyribils steðgað

Tekur seg væntandi upp aftur tá øll loyvir eru komin uppá pláss

Borgarar á Tvøroyri hava gjørt kommununa varuga við, at áarvatnið í Stórá hevur verið brúnt.

 

Orsøkin er virksemi vesturi í Rangabotni í Trongisvági, har Roynds Kolasøla í Hvalba er farið undir at fyrireika eitt nýtt kolanám.

 

Tað skrivar Tvøroyrar kommuna á heimasíðu sínari.

 

Roynds hevði fingið loyvið at fara undir kolagrevstur frá haganum og frá náttúrufriðingarnevndini, men teir høvdu ikki fingið við, at byggisamtyktin í Tvøroyrar kommunu fevnir um alla kommununa, eisini uttangarðs. Tìskil skal søkjast um byggiloyvi.

 

Tvøroyrar kommuna skrivar, at tey jaliga sinnaði mótvegis verkætlanini og hava latið Roynds vita, at tey sleppa at halda fram við verkætlanini, tá umsóknin til byggiloyvi er komin inn og liðugt viðgjørd.

 

Roynds Kolasøla er einasta fyritøka í landinum, sum drívur kolagrevstur. Hvørt ár fær Jarðfeingi eina stuðulsjáttan á fíggjarlógini áljóðandi 700.000 krónur, ið verður brúkt at stuðla kolavinnuni í Føroyum.