Arbeiði við Hvítubók gongur sína gongd

Um knappar tveir mánaðar skal Hvítabók almannakunngerast, og tann ætlanin fer at halda, sigur Høgni Hoydal, landsstýrismaður

Hóast tingið er í summarfrí, og meginparturin av landsumsitingini eisini er tað, so merkir tað kortini ikki, at alt alment virksemi liggur lamið.

Landsstýrið kunngjørdi á tíðindafundi fyri ikki so langari tíð síðani, at Hvítabók verður almannakunngjørd tann 10. september, og sambært Høgna Hoydal, landsstýrismanni, so stendur tann tíðarfreistin við.

? Bólkarnir eru við at gera seg lidnar við arbeiðið, og tá teir eru lidnir verður farið undir at greiða tilfarið til prentingar, sigur Høgni Hoydal.

? Onkrir bólkar eru lidnir við sítt arbeiði, meðan aðrir hava latið ávegis tilfar úr hondum. Men tað er eingin vandi fyri, at tíðarfreistin, sum er tann 10. september, ikki verður hildin, sigur landsstýrismaðurin.

Tá Hvítabók kemur, verður talan um eitt størri verk. Hon kemur út í trimum bindum, og fer væntandi at vera grundarlagið undir framhaldandi arbeiðinum fyri føroyskum fullveldi